Stóri norðurlendski mentanarfestivalurin Nordic Matters verður skotin í gongd fríggjakvøldið 13. januar á Southbank Centre í London.
Fleiri føroysk listafólk luttaka á árslanga festivalinum, sum skal varpa ljós á norðurlendska list. Fyribils hava kuratorarnir valt hesi út at vera við: sjónleikaran Kristinu Sørensen Ougaard, listamannin Jens L. Thomsen, songkvinnuna Lenu Anderssen, tekstildesignaran Randi Samsonsen og rithøvundan Duritu Holm. Onnur føroysk listafólk fara væntandi at leggjast aftrat komandi mánaðirnar.
Ráðharrar úr øllum Norðurlondum eru bodnir til setanina, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, er farin til London at umboða Føroyar í hátíðarhaldinum, sum markerar byrjanina upp á eitt langt, fjølbroytt og spennandi ár, har mentan og list úr øllum Norðurlondum fara at floyma inn yvir londonbúgvarnar og onnur, sum leggja leiðina fram við mentanardepilin skamt við ánna Thames.
Bretsku fyrireikararnir eru hugtiknir av, hvussu Norðurlond arbeiða við hesum virðum og vóna at árslangi mentanarfestivalurin fer at skapa størri vitan og fleiri møguleikar fyri samstarvi og netverkan. Í samband við setanina eru norðurlendsku ráðharrarnir bodnir at siga sína áskoðan um viðkomandi evni, t.d. um børn og ung, burðardygd og javnstøðu millum kynini.
Southbank Centre hevur fyrireikað skránna, og Sendistovan í London, Norðurlandahúsið og Mentamálaráðið verið við í føroyska partinum av fyrireikingini. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur sett 5 mió. kr. av til Nordic Matters. Seinasti stóri mentanarfestivalinum, ið varpaði ljós á norðurlendska list, var Nordic Cool í Washington í 2013.
MYNDIN: Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, uttan fyri føroysku sendistovuna í London.