01.11.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

NORÐURLENDSK BARNA- OG UNGDÓMSBÓKAHEIÐURSLØN

NORÐURLENDSK BARNA- OG UNGDÓMSBÓKAHEIÐURSLØN

Norðurlandaráðið hevur í dag samtykt, at í framtíðini skal ráðið eisini lata eina norðurlendska barna- og ungdómsbókaheiðursløn.

Í nøkur ár hava norðurlendsku mentamálaráðharrarnir arbeitt við at stovnseta eina norðurlendska barna- og ungdómsbókaheiðursløn, sum líkist hinum heiðurslønunum, sum Norðurlandaráðið veitir á hvørjum ári.

Væntandi verður heiðurslønin latin á fyrsta sinni á Norðurlandaráðsfundinum í Oslo um eitt ár.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, er sera fegin um, at hetta uppskotið er samtykt, tí sum hann segði í røðu síni á Norðurlandaráðsfundinum í Helsinki fyrrapartin:

”Hetta fer at geva okkum uppaftur fleiri góðar, norðurlendskar barna- og ungdómsbøkur.”