Sóknast verður eftir ungum journalistum til áhugaverda norðurlendsk-kanadiska samstarvsverkætlan, ið varpar ljós á veðurlagsspurningar – “Nordic-Canadian Fellowship for Environmental Journalism”
Hevur tú ein umhvørvisjournalist í búkinum, ella ert tú ungur journalistur við brennandi áhuga fyri veðurlagsspurningum og umhvørvismálum?
So er møguleiki fyri at søkja um at vera við í eini norðurlendsk-kanadiskari samstarvsverkætlan um umhvørvisjournalistikk. 16 fólk í aldrinum 18-25 ár verða vald út at luttaka, átta úr Norðurlondum og átta úr Kanada.
Verkætlanin gevur ungum úr Norðurlondum og Kanada møguleika fyri at læra og samstarva um umhvørvisjournalistikk, skriva greinar, tíðindafrágreiðingar og gera ymiskt tilfar til vitjandi á Nordic Bridges og til størri málbólkar. Verkætlanin byrjar í juni 2021 og heldur fram til árslok 2022.
Freistin at søkja er 23. apríl 2021.
Tiltakið er partur av norðurlendska mentanarátakinum Nordic Bridges, ið verður um alt Kanada í 2022, har Føroyar eisini verða við.
Fá meir at vita og søk her:
Les meira um Nordic Bridges her: www.nordicbridges.ca.