Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Nomi Jacobsen í starvið sum fyrstalærara í Skála skúla frá 1. august 2019 at rokna.
Nomi Jacobsen er 56 ára gomul og hevur hetta síðsta árið verið fyrstilærari í tíðaravmarkaðum starvi í Skála skúla. Hon tók læraraprógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið Diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplomútbúgving í leiðslu.
Nomi Jacobsen hevur eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Eisin hevur hon verið skúlastjóri í Vestmanna skúla í tvey ár.