Leygardagin 21. januar vóru á leið 100 fólk til evnisdag um skúlastýrisarbeiði. Felagið Heim & Skúli skipaði saman við Mentamálaráðnum fyri degnum, har Mette With Hagensen, forkvinna í Skole & Forældre í Danmark, var gestarøðari. Hon greiddi frá arbeiðinum hjá danska felagnum og um, hvussu skúlastýri arbeiða í Danmark.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, legði fyri við eini hugsjónarligari røðu við denti á fólkaskúlan og fólkaræði. Síðani hevði hon eina framløgu um skúlastýrisskipanina, um ábyrgdarøki og um uppgávurnar. Annika Sølvará, forkvinna í Heimi & Skúla, stjórnaði fundinum.
Bæði fyrrverandi og nývaldir skúlastýrislimir vóru bodnir við til temadagin. Í steðginum høvdu fólk høvi at práta og deila vitan og royndir, eftir framløgurnar var eisini høvi at spyrja og viðmerkja, og dagurin endaði við einum felags kjaki, har fleiri fólk komu við hugskotum og viðmerkingum. Millum annað var skotið upp at broyta skipanina, soleiðis at fleiri foreldraumboð eru á stóru skúlunum, og at heita á myndugleikarnar um at samsýna skúlastýrisarbeiðinum.
Mentamálaráðið fegnast um tiltakið og takkar felagnum Heim og skúli fyri at seta dagin á skrá og geva ráðnum møguleika at vera við.
Røða og framløga hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, kann lesast her.