22.01.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

NEVNDIN FYRI MENTANARGRUNNIN SETT

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett nevndina fyri Mentanargrunn Landsins komandi fýra árini.

Landsstýrismaðurin velur fimm umboð í nevndina. Tvey av hesum eru eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya, LISA.

Nýggj í nevndini eru Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, og Edvard Nyholm Debes, tónleikari, sum bæði eru vald eftir tilmæli frá LISA.

Landsstýrismaðurin gjørdi av at endurvelja hinar tríggjar limirnar komandi fýra ára skeiðið.

Landsstýrismaðurin velur formannin og næstformannin í Mentanargrunninum.

Limirnir í nevndini eru:
Tilnevnd av landsstýrismanninum.
Jóanna Djurhuus, deildarstjóri, cand.jur., forkvinna.
Sámal Matras Kristiansen, studentaskúlalærari, næstform.
Steintór Rasmussen, lærari og tónleikari.
Tilnevnd eftir tilmæli frá LISA.
Inger Smærup Sørensen, sjálvstøðugur listfrøðingur.
Edvard Nyholm Debes, sjálvstøðugur tónleikari.

Varalimir eru:
Tilnevnd av landsstýrismanninum.
Andrea Heindriksdóttir, tónleikari (fyri forkv.).
Palle Juulsgart, listamaður (fyri næstform.).
Dávur Winther, mentanarleiðari.
Tilnevnd eftir tilmæli frá LISA.
Oggi Lamhauge, savnslærari og listamaður.
Hans Tórgarð, sjónleikari.

Skeiðið hjá nevndini í Mentanargrunni Landsins er frá 01.01.2013-31.12.2016.