![Nevndarlimir í Spyr Meg á fundi við landstýrismannin](https://landsstyri.cdn.fo/savn/16722/spyr-meg-2.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=-FWa2w8EbVNU2nqQ2rhFn-B5_hs)
Mikudagin hevði landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, vitjan av Herdis, Meiken, Erlu og Lennart, sum eru í nevndni í Spyr Meg.
Fundurin var sera áhugaverdur, og vóru serliga hesi málini umrødd:
- Upptøkan á serligt skipað miðnám
- Rásin og um møguleikarnar hjá teimum ungu við menningartarni og
- atgongdin til arbeiðsmarknaðin
Landsstýrismaðurin fegnast um, at hesi ungu fólkini eru so eldhugað í sínum arbeiði.
Spyr meg er undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna. Til ber at lesa meira um Spyr Meg her.