10.03.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nevnd sett at skipa ferðavinnuútbúgving

Nevnd sett at skipa ferðavinnuútbúgving

Nýggj útbúgving innan ferðavinnu skal eftir ætlan setast í verk á Miðnám í Vestmanna. Peningur er játtaður til útbúgvingina á løgtingsfíggjarlógini fyri 2017, og ætlanin er, at tey fyrstu lesandi skulu byrja á skúlanum í august í ár. Ein nevnd er tí sett at koma við tilráðing um, hvussu ein slík útbúgving best kann leggjast tilrættis.

Í nevndini sita: Eyðun Gaard (formaður), Ingibjørg O. Petersen (skrivari), Oystein Sørensen, Jákup Andreasen, Guðrið Højgaard, Jóhan Pauli Helgason og Hilda Thomsen

Nevndin skal taka støðu til bæði innihald, útbúgvingarlongd og hvørjir víðari møguleikar eru hjá teimum lesandi, tá tey eru liðug við útbúgvingina. Arbeiðssetningurin hjá nevndini er at koma við tilmæli um:

  • Hvat innihaldið í útbúgvingini skal fata um
  • Hvørjar lærugreinar útbúgvingin skal fevna um, og á hvørjum torleikastigi undirvísingin skal vera
  • Nær ávísu lærugreinarnar skulu takast inn í útbúgvingina
  • Um ástøðiligir partar av útbúgvingini kunnu gerast í samstarvi við verandi útbúgvingarstovnar
  • Møgulig starvsvenjingartíðarskeið hjá næmingunum
  • Ástøðiligir førleikar hjá næmingunum fyri at kunna koma inn á útbúgvingina
  • Útbúgvingarlongd

Harumframt skal metast um, hvørjar víðariútbúgvingarmøguleikar henda ferðavinnuútbúgving gevur atgongd til og framtíðar starvsvinnumøguleikar hjá fólki við hesi útbúgving.

Nevndin skal lata landsstýriskvinnuni tilmæli 1. Apríl 2017.

Myndatekstur: Nýggja nevndin, sum skal geva landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, tilmæli um, hvussu nýggja ferðavinnuútbúgvingin skal skipast: Ingibjørg O. Petersen, Oystein Sørensen, Guðrið Højgaard, Jóhan Pauli Helgason, Hilda Thomsen og Eyðun Gaard. Jákup Andreasen vantar á myndini.