Í sambandi við at alsamt fleiri serbreytir eru settar á stovn í miðnámsskúlunum kring landið hevur landsstýriskvinnan í mentamálum Rigmor Dam sett námsskipan í gildi fyri serbreytirnar.
-Tað hevur verið alneyðugt at seta í gildi eina námsskipan fyri serbreytina í miðnámsskúlunum, so at undirvísingin á serbreytunum hevur eina einsháttaða skipan, og leiðslur og lærarar hava ein felags leist at leggja innihaldið í skúlagongdini til rættis eftir, sigur landsstýriskvinnan.
Hetta skúlaárið eru serbreytir í Miðnámi á Kambsdali, í Tekniska skúla í Klaksvík og í Glasi í Smiðjugerði, umframt tveir serflokkar innan autismuøkið í Glasi í Hoydølum. Flokkarnir í Hoydølum ganga eftir vanligum námsætlanum. Í alt ganga í løtuni umleið 44 næmingar í serliga skipaðum miðnámi, t.e. antin í serflokki ella serbreyt í miðnámsskúlum kring landið.
Síðani fyrsta serbeytin varð sett á stovn í Miðnámi á Kambsdali í fjør, hevur verið arbeitt við at greina og skipa innihaldið í undirvísingartilboðunum, soleiðis at hetta kann orðast í einari námsskipan fyri allar serbreytir í miðnámsskúlum.
Námsskipanin er snikkað til eftir sama leisti sum námsætlanirnar í miðnámsskúlunum, tó at hon víkir frá við ikki at hava ítøkilig nevndar lærugreinar, men lýsir kjarnaøki og ískoytisøki sum høvuðsbul í útbúgvingini. Harumframt lýsir hon samleika, endamál, innihald, tímatal, førleikamál, eftirmeting og próvtøku, og hvussu undirvísingini verður skipað.
Við nýggju námsskipanini til serbreytirnar hava skúlarnir fingið eitt felags amboð at skipa serbeytir eftir. Námsskipan til serbreyt.