Landsstýriskvinnan í mentamálum setir nú í verk námsfrøðilig stevnumið fyri dagstovnaøkið Føroyum, og í næstum fer Mentamálaráðið undir kunningarátak við fundum og faldarum.
Stevnumiðini eru vegleiðandi og ætlað sum íblástur til pedagogiska arbeiðið hjá leiðarum, námsfrøðingum og øðrum starvsfólkum í barnagørðum, vøggustovum og dagrøktum.
Í dagstovnalógini frá 2000 verður staðfest, at ”Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um námsfrøðiliga stevnumiðið, starvsfólkasamanseting og virksemið á dagstovnum og dagrøktum,” og í samband við arbeiðið at gera námsætlanir fyri skúlaverkið, fór Mentamálaráðið í 2009 í holt við at orða námsfrøðilig stevnumið fyri dagstovnaøkið. So arbeiðið við námsfrøðiligum stevnumiðum hevur staðið upp á í nógv ár.
Námsfrøðiligu stevnumiðini eru gjørd í samstarvi við tilvísingarbólk, sum var mannaður av umboðum fyri Føroya Pedagogfelag, stovnsleiðslur og kommunalar samskipanir. Harumframt vóru Jórun Niclasen, pedagogur og sernámsfrøðiligur ráðgevi, og Kari Søndanå, professari í pedagogikki, knýtt at arbeiðinum. Stevnumiðini hava eisini verið til hoyringar hjá øllum dagstovnum og dagrøktum, umframt kommunufeløgunum, Føroyar pedagogfelag og Námsfrøðiligu deildini á Setrinum.
- Eitt tað fyrsta eg gjørdi, tá eg bleiv landsstýriskvinna í mentamálum, var at undirskriva stevnumiðini, og nú vóni eg, at tey fara at styrkja námsfrøðiligu karmarnar og roynast góður íblástur til áhaldandi orðaskifti um menning av dagstovnum í øllum landinum, sigur Rigmor Dam.
Sambært barnarættindasáttmálanum hjá ST skulu børn hava møguleikar at hava ávirkan á sítt egna lív, og at vera virknir luttakarar í einum demokratiskum samfelag. Námsfrøðiligu stevnumiðini byggja á hesa heildarfatan og leggja upp til, at barnsins undran og forvitni vísa vegin, og at barnið fær fjølbroyttar avbjóðingar og verður stuðlað í umsorgan, spæli og læru.
Kunning um stevnumiðini:
http://www.mmr.fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/dagstovnar/namsfrodilig-stevnumid/
Faldari við námsfrøðiligu stevnumiðunum fyri dagstovnar í Føroyum:
http://cdn.lms.fo/media/8504/108065-na-msfr%C3%B8%C3%B0ilig-stevnumi%C3%B0-fyri-dagstovnar.pdf