02.02.2015 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Nám nýggjan stjóra

Nám nýggjan stjóra

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Regin Marnersson í starvið sum nýggjan stjóra í Námi. Regin Marnersson er 34 ára gamal og útbúgvin fólkaskúlalærari í 2005 og hevur harumframt lokið akademiútbúgving innan leiðslu í 2011. Hann hevur leiðsluroyndir sum skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi síðani 2012. Regin Marnersson byrjar í starvinum sum stjóri í Námi tann 1. mars 2015.