Næmingaheimið undir Skúlanum á Trøðni verður latið Almannaverkinum
Í gjár samdust landsstýriskvinnurnar í almannamálum og mentamálum um, at Næmingaheimið undir Skúlanum á Trøðni verður latið Almannaverkinum.
Avtalan snýr seg í høvuðsheitum um, at uppgávan at veita børnum, sum skulu ganga í Skúlanum á Trøðni, og sum hava tørv á bústaðartilboði, meðan tey ganga í skúla, verður frá komandi skúlaári flutt til Almannaverkið. Ítøkilig avtala er gjørd fyri komandi skúlaár um tey børn, sum hava tørv á bústaði í sambandi við skúlagongdina á Skúlanum á Trøðni.
Sáttmálasettu starvsfólkini hava fingið í boði annað starv í Almannaverkinum.
Landsstýriskvinnurnar fegnast um semjuna og at hølini nú kunnu gagnnýtast betri.
Seinnu árini eru alsamt fleiri skúlatilboð til børn og ung, sum hava serligan tørv, skipað í skúlunum kring landið. Tí er ikki longur, í so stóran mun neyðugt hjá børnum at flyta til Havnar at ganga í skúla. Rigmor Dam, landsstýriskvinna fegnast um hesa gongdina, men vísir samstundis á, at tað er sera umráðandi, at tey børn, sum mugu til Havnar í skúla framyvir fáa bústað frá Almannaverkinum.
Landsstýriskvinnan Eyðgunn Samuelsen sigur, at hølini eru kærkomin í mun til tann ovurhonds stóra tørvin á búplássum til fólk, sum bera brek í Suðurstreymi. Í fyrstu atløgu skal Næmingaheimið brúkast til at stuðla undir tilgongdina at útvega fleiri bústaðir til fólk, sum bera brek.
Ætlanin er, at Næmingaheimið í framtíðini skal virka sum lestrarbústaður til næmingar, sum ganga á serliga skipaðum miðnámi.