Í sambandi við at Bjarni Wilhelm, deildarstjóri, hevur havt sín síðsta arbeiðsdag eftir 20 ár í Mentamálaráðnum verður almenn móttøka í Mentamálaráðnum fríggjadagin 15. juni 2018, kl. 15.00 - 17.00.
Bjarni er føddur í juli 1948 og tók prógv sum cand. merc. í 1975.
Tað fyrsta árið í táverandi Undirvísingar- og Mentamálarstýrinum starvaðist hann sum fíggjarfulltrúi til hann árið eftir var settur sum fyrisitingarleiðari. Síðstu árini í Mentamálaráðnum hevur hann tó verið deildarstjóri.
Øll, sum ynskja at heilsa Bjarna, nú hann gevst fyri aldur, eru vælkomin til móttøkuna.