Í sambandi við at Olaus Jespersen, deildarstjóri, hevur havt sín síðsta arbeiðsdag eftir sløk 30 ár í Landsskúlafyrisitingini / Mentamálaráðnum verður almenn móttøka í Mentamálaráðnum fríggjadagin 6. oktober 2017, kl. 15-17.
Olaus er føddur í Hovi og tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975.
Hann undirvísti í nøkur ár, áðrenn hann byrjaði í Landsskúlafyrisitingini sum undirvísingarleiðari í august 1986.
Eftir at hann var byrjaður sum undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum arbeiddi hann eisini eitt stutt tíðarskeið á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, áðrenn hann var settur sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum í oktober 2001.
Her var Olaus fyrst deildarstjóri fyri fólkaskúlaøkið, og hesi síðstu árini hevur hann harumframt eisini umsitið miðnámsskúlaøkið.
Øll, sum ynskja at heilsa Olausi, nú hann gevst fyri aldur, eru vælkomin til móttøkuna.