Mikukvøldið hevði landsstýriskvinnan í mentamálum bjóðað Tarira, sum vann tríggjar gullmedaljur á kórkapping í Catalonia í september, niðan á gólvið í Mentamálaráðnum.
Í røðu síni til teirra segði hon millum annað, at tað, at stjórna einum kóri, og tað, at stjórna einum samfelagi, ikki liggur so fjart frá hvørjum øðrum. Tí tað er, tá ræddirnar eru nógvar og ymiskar, at vit fáa besta klangin.
Síðani tók Jóhannes Andreasen, kórleiðari, orðið, og greiddi milum annað frá, hvussu nógv poeng Tarira fekk í ymsu kappingunum.
At enda treiv Tarira í ein katalanskan sang.
Niðanfyri er video frá móttøkuni.
Fyrst í brotinum er røðan hjá landsstýriskvinnuni.
Frá 8.32 er brot úr røðuni hjá Jóhannes Andreasen
Frá 10.15 er sangurin hjá Tarira