Kl. 10.00 í morgun handaðu lesandi landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, 646 undirskriftir. Í skrivinum frá teimum lesandi verður mælt til, at lesandi á hægri lærustovnum fáa betri umstøður, m.a. verður víst á, at lestrarstuðulin í Føroyum verður veittur í 11 mánaðir, meðan hann í Danmark verður veittur í 12 mánaðir. Harafturat varð víst á, at stuðulin í Danmark er hægri, og at aðrar umstøður gera tað kostnaðarmikið at vera lesandi í Føroyum.
Tey, sum hava skrivað undir, eru lesandi á hægri útbúgvingum í Føroyum.
Helena Dam á Neystabø tók væl ímóti undirskriftunum og greiddi frá, at tað hevur verið ein av fremstu raðfestingum hjá hesari samgongu at betra um lestrarmøguleikarnar hjá teimum, ið lesa hægri lestur í Føroyum, bæði tá tað snýr seg um útbúgvingarmøguleikar og um at bøta um stuðulin, serliga til lesandi, sum hava børn.
Landsstýriskvinnan vísti eisini á, at samanbera vit føroyska lestrarstuðulin við hini Norðurlondini liggja vit væl í myndini. Hon vísti á, at í hinum Norðurlondunum verður lestrarstuðul bert veittur í 9 ella 10 mánaðir, so allastaðni uttan í Danmark verður tikið sum givið, at lesandi arbeiða í summarfrítíðini. Tó er landsstýriskvinnan samd við teimum lesandi, at kostnaðarstøðið er sera høgt her heima. Men í einum tíðarskeiði við stórum halli í búskapinum er tað trupult at røkka øllum málum í senn.
Landsstýriskvinnan fer saman við Studna at kanna, hvussu vit kunnu umskipa lestrarstuðulin við atliti til at menna Føroyar sum lestrarland. Eisini verður kannað, hvussu vit kunnu útvega møguleikan fyri at bøta um viðurskiftini hjá teimum lesandi í Føroyum.
Á fundinum var eisini tosað um, hvørji átøk serliga eru átrokandi. Víst varð á, at nógv lesandi í Føroyum hava familju, og tí er umráðandi at hava trygg og reglulig viðurskifti, og at tað hjá hesum er truplari at fíggja lestrartíðina við ískoytisarbeiði.
Landsstýriskvinnan vil eisini taka hesi viðurskifti við í fyrireikingunum, tá broytingar skulu gerast í lestrarstuðulsskipan okkara.
Á myndini handar Hansa Glerfoss, lesandi, Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, mótmælisskrivið