Sunnudagin 25. mars verður høvi at leita sær oman í Fútastovu og Nýggjustovu í gomlu Havnini. Hesir bygningar verða karmar um handanina av Móðurmálsvirðislønini 2012 og verða við til at seta hátíðardám á ársins móðurmálsdag.
Móðurmálsdagur okkara er ásettur at vera 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Ætlanin við móðurmálsdegnum er at varpa ljós á málið í øllum tess lutum.
Sjøtil varð settur á føroyska móðurmálsdagin í 2010, tá Jóhan Hendrik Winther Poulsen varð heiðraður fyri stóra arbeiði sítt, føroyska málinum at frama. Tátturin verður tikin uppaftur í ár, og hesa ferð eru fleiri partar uppi í málinum. Tað eru Dimmalætting, Sosialurin, Kringvarpið, NÁM, Føroyska málnevndin og Mentamálaráðið, sum eru farin saman um veruliga at fáa lív í spildurnýggju siðvenjuna at hátíðarhalda okkara móðurmál á hvørjum ári. Partarnir lata í felag virðisløn, sum er 25.000 kr.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, er sera fegin um, at so stór undirtøka er fyri at fáa móðurmálsdagin at taka skap og gerast fastur táttur. Hann heldur, at partarnir, sum eru við, hava stóran týdning fyri, at ljós verður varpað á málið, tí teir røkka út til alt landið á hvør sín hátt. “Vit eiga øll málið, og tað er okkara felags ábyrgd at menna tað, hjúkla um og kjakast um tað. Tí vóni eg, at tikið verður væl ímóti átakinum, og at fólk fara at taka móðurmálsdagin til sín.”
Í ár verður ljós varpað á føroysku miðlarnar, og Móðurmálsvirðisløn verður latin fyri tann góða tekstin, ta góðu taluna ella tað góða samskiftið, sum har er. Onnur ár kunnu onnur evni verða, ið seta karm um móðurmálið.
Móðurmálstiltakið verður sunnudagin 25. mars kl. 15.00 í Fútastovu í Gongini í Havn, og í Nýggjustovu, har Hammershamb búði og hevði bond í báðar ættir, hóast hann var føddur á Steig í Sandavági. Øll eru hjartaliga vælkomin.