26.03.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Móðurmálsdagur í Løkshøll

Móðurmálsdagur í Løkshøll

Leygardagin, 25. mars, var Móðurmálsdagurin hildin við stórum tiltaki í Løkshøll í Runavík, sum Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið skipaðu fyri. Í ár var serligt ljós varpa á yrkismál, og Móðurmálsheiðurslønin fór í ár til útvarpsmannin og yrkisbókarithøvundin, Suna Merkisstein fyri hansara avrik innan yrkismál. 

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, setti dagin, og umframt heiðurslønahandan var sangur og fleiri røður um yrkismál.

Røðan hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.