19.03.2015 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Móðurmálsdagur 2015

Móðurmálsdagur 2015

Á mariumessu, mikudagin 25. mars, er móðurmálsdagur.

Undir heitinum »Føroyskt og talgildi heimurin« verður skipað fyri móðurmálsdegi, sum byrjar á Landsbókasavninum fyrrapartin, heldur fram í Norðurlandahúsinum seinnapartin og endar í Nýggjustovu í Gongini í Havn um kvøldið.

Tað eru Nám, Mentamálaráðið, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Norðurlandahúsið, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Landsbókasavnið, sum skipa fyri móðurmálsdegnum í ár.
 
Skráin fyri móðurmálsdagin byrjar á Landsbókasavninum klokkan 10, tá verkætlanin »Talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum« alment verður tikin í nýtslu.
 
Klokkan 13 verða nakrir fyrilestrar undir heitinum »Føroyskt og talgildi heimurin« í Norðurlandahúsinum. Har verður eitt nú tosað um talgildar orðabøkur, um føroyska teldutalu og um føroyska teknmálsorðabok.
 
Móðurmálsdagurin í Føroyum verður hildin á føðingardegi V. U. Hammerhaimbs, sum var faðirin at føroyska skriftmálinum.
 
Tiltakið endar kl 19 um kvøldið í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har V. U. Hammershaimb vaks upp. Har fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at handa móðurmálsvirðislønina, sum hesaferð verður latin fyri tað góða málið í lýsingum og handilsligum teksti.
 
Har fer Høgni Djurhuus, journalistur, sum fekk virðislønina seinast, at siga nøkur orð, og bólkurin Kvonn við Kristian Blak, Sharon Weiss, Ívari Bærentsen og Angeliku Nielsen at spæla tónleik, sum Jens Christian Svabo hevur fest á nótablað.
 
Skráin fyri tiltakið sæst í lýsing í Sosialinum um vikuskiftið og á Snar.fo

Fyrireikararnir

NB! Skráin liggur eisini á heimasíðu Mentamálaráðsins. Sí skrá.