Landsstýriskvinnan í mentamálum er í dag stødd í Reykjavík, har hon skal vera hjástødd, tá ið nýggja málhúsið VERØLD, Hús Vigdísar, verður vígt seinnapartin.
Fyrrapartin hevur Rigmor Dam vitjað í Hørpuni, har altjóða talvkappingin Reykjavík Open 2017, byrjaði í gjár. Uml. 300 telvarar úr nógvum londum, harav 12 føroyingar, taka lut.
Fyrsta umfar var í gjár, og annað og triðja umfar í kappingini var í dag. Nógvir av føroysku telvarunum luttóku í FM kappingini fyri unglingar í páskavikuni. Teir eru Jón í Horni Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, Súni í Horni Nielsen, Benjamin Reinert Fjallheim og Flóvin Matras Tummasarson. Harumframt eru Heiðrikur T. Jacobsen, Margar M. Berg, Janus Skaale, Elmar Reinert Fjallheim, Allan Nielsen og Leif Reinert Fjallheim eisini við í Reykjavík, umframt føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska.
Landsstýriskvinnan heilsaði eisini upp á forsetan í Íslendska Talvsambandinum, Gunnar Bjørnsson, og takkaði honum fyri, at íslendingar tóku so væl ímóti føroysku telvarunum.
Á myndini er Helgi Dam Ziska, stórmeistari, í miðjum talvi í øðrum umfari í Hørpuni fyrrapartin. Helgi hevur vunnið talvini í báðum teimum fyrstu umførunum, og tí fær hann væntandi ein sterkari mótstøðumann í triðja umfari, sum eisini verður í dag.
Kappingin heldur fram til í næstu viku.