Norðurlandaráðið hevur heitt á fonden for entreprenørskab um at standa fyri einari kortlegging av íverksetaraundirvísing í átta norðurlendskum oyggjasamfeløgum.
Sum liður í verkætlanini verður eitt mikrolegat á kr. 25.000 latið til eina íverksetaraverkætlan í hvørjum av hesum samfeløgum.
Í Føroyum er tað bólkurin Green Growth úr Glasi, Marknagil, ið fekk Mikrolegatið. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, helt røðu og handaðu teimum legatið í Mentamálaráðnum. Les røðuna her.