Mikkjal Helmsdal hevur sagt seg úr starvinum sum rektari á Føroya Studentaskúla og HF- skeiði frá 25. juli at rokna. Hann hevur fingið rektarastarv á Vestjysk Gymnasium í Danmark, og tekur við hesum starvinum 1. august.
Herleif Hammer, vararektari, verður fyribils settur rektari á Føroya Studentaskúla og HF- skeiði.
Mikkjal Helmsdal hevur verið rektari í Hoydølum síðan apríl mánað 2007.