12.03.2020 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Miðnámsskúlar, hægri skúlar og mentanarstovnar lata eisini aftur

Miðnámsskúlar, hægri skúlar og mentanarstovnar lata eisini aftur

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur tikið stig til, at øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, á miðnámsskúlunum og vinnuskúlunum kring landið vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020. Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur.

Leiðslurnar á stovnunum hava fingið áheitanir um at seta fyriskipanir í verk, so undirvísingin kann halda fram. Hetta verður gjørt við nýtslu av tøkniligum hentleikum.

 

Søvn og aðrir mentanarstovnar lata aftur

Søvn og mentanarstovnar við tilvísing til Uttanríkis- og mentamálaráðið, skulu lata aftur frá mánadegnum 16. mars 2020 og tvær vikur fram.