Tann 1. mars 2021 skal Miðnám á Kambsdali hava nýggjan rektara. Páll Isholm, sum hevur verið rektari síðan samanleggingina av Studentaskúlanum og Handilsskúlanum á Kambsdali, hevur sagt seg úr starvinum.
“Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, men eisini avbjóðandi og krevjandi. Vit hava nátt málunum, vit settu í 2015. Fyri framman liggja fleiri spennandi verkætlanir, so eg haldi rætta løtan er nú. Bæði fyri skúlan og meg persónliga,” sigur Páll.
Páll Isholm hevur staðið á odda fyri samanleggingini av skúlunum á Kambsdali, og hetta hevur eydnast sera væl. Saman við starvsfólkunum hevur hann megnað at skapa eina felags mentan, har samstarv, læring og trivnaður eru í hásæti. Ráðið tekur uppsøgnina til eftirtektar og takkar Páll Isholm fyri stóra arbeiðið, hann hevur lagt fyri dagin.
Uttanríkis- og mentamálaráðið fer nú beinanvegin at lýsa eftir rektara til Miðnám á Kambsdali.