02.08.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Miðlastuðulsnevndin mannað

Miðlastuðulsnevndin mannað

Í sambandi við at lógin um miðlastuðul varð samtykt í vár, er Miðlastuðulsnevndin nú mannað. Uppgávan hjá nevndini er at býta út miðlastuðulin, sum á fíggjarlógini er 2 mió. kr., til privatar tíðindamiðlar.

Landsstýriskvinnan tilnevnir limir og tiltakslimir eftir tilmæli frá Føroyskum Miðlafólkum, Fróðskaparsetri Føroya og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, hvørs umboð er formaður í nevndini.

Limirnir skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.

Hesir limir eru valdir í fyrsta trý-ára skeiðið hjá Miðlastuðulsnevndini:

  • Magnus Dam, løgfrøðingur og journalistur, eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
  • Beate L. Samuelsen, journalistur, eftir tilmæli frá Føroyskum Miðlafólkum
  • Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, varðar av Miðlastuðulsnevndini, men bað Løgmansskrivstovuna seta nevndina, tí hon metti seg vera ógegniga í hesum føri.

Mentamálaráðið fer tíðliga í heyst at lýsa møguleikan at søkja miðlastuðul.