Í morgun hittist Miðlastuðulsnevndin á fyrsta sinni í fundarhølinum hjá landsstýriskvinnuni.
Rigmor Dam beyð vælkomin og gleddist um, at nevndin nú endiliga sleppur til verka.
- Miðlastuðulin er eitt gott fólkaræðisligt stig. Hann er kærkomin hjá nógvum av teimum privatu miðlunum. Hetta er ein skipan, sum hevur verið á veg leingi, og tað var gott, at tað loksins fekst ein breið politisk semja um málið. Vit hava styrkt Kringvarpið við at umleggja kringvarpsgjaldið, og við eisini at styrkja privatu miðlarnar skapa vit eina góða javnvág, sum fremur fólkaræði, segði Rigmor Dam.
Í Miðlastuðulsnevndini sita Beata L. Samuelsen, Bergur Djurhuus Hansen og Magnus Dam, og tey vóru spent at fara til verka. Magnus Dam varð innstillaður frá Búskapar-og løgfrøðingafelagnum, og við tí innstillingini hoyrir eisini formanssessurin í nevndini.
Á fundinum í morgun gjøgnumgingu tey lógir og kunngerðir og nágreinaðu júst, hvat teirra uppgáva og ábyrgd er. Til dømis skal nevndin viðgera umsóknirnar, sum koma inn, og taka avgerðina um, hvørjum stuðul skal latast.
Mentamálaráðið fer nú at gera klárt at lýsa stuðulin, til dømis við at gera umsóknarbløð, og í næstum, tá seinastu praktisku spurningarnir eru avgreiddir, kunnu privatu miðlarnir á fyrsta sinni søkja sær stuðul.