- Í dag vann fólkaræðið ein sigur, staðfestir landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, nú Løgtingið við triðju viðgerð hevur samtykt lógina um miðlastuðul.
Endamálið við stuðulinum er at betra um møguleikarnar hjá verandi privatu miðlum at framleiða dygdargott innihald, og økja útboðið og av miðlum og margfeldi teirra, fyri støðugt at styrkja eitt opið og fólkaræðisligt samfelag.
Tvær milliónir krónur eru settar av til endamálið í fíggjarlógini fyri 2017, og ein óheft, sakkøn miðlastuðulsnevnd skal meta um, hvørjir tíðindamiðlar kunnu søkja stuðul sambært lógarásettu krøvunum í uppskotinum. Miðilin skal m.a. vera sjálvstøðugur við ábyrgdarhavandi redaktøri og hava eitt rekaktsjonelt innihald innan eitt breitt evnisøki við høvuðsdenti á aktuellan tíðindaflutning, sum lýsir føroysk samfelagsviðurskifti ella útlendsk viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni.
- Eingin spinnir gull av at framleiða journalistiskk. Men dygdargóður journalistikkur er alneyðugur, og hann kostar. Óteljandi uppskot hava verið skrivað, viðgjørd og súltað. Tí er gleðiligt, at bæði andstøða og samgonga luttóku í lógarsmíðinum, og at allir flokkar tóku undir við uppskotinum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.