16.09.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Merkið í húnar hátt í Washington D.C.

Merkið í húnar hátt í Washington D.C.

Sendistova Føroya í Washington D.C. er latin upp og farin undir sítt virkisemi, og Merkið er í dag vundið í húnar hátt uttan fyri House of Sweden, har Sendistova Føroya húsast saman við øðrum sendistovum.

”Samstarvið við USA hevur høga raðfesting fyri landsstýrið, og stovnsetanin av Sendistovu Føroya í Washington D.C. endurspeglar greiða ynskið at styrkja bondini landanna millum enn meir,” sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal.

Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington. 

Samskiftisupplýsingar hjá sendistovuni í Washington D.C. eru at finna her.