10.01.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

MENTANARVIRÐISLØNIR VERÐA HANDAÐAR 15. JANUAR

Týskvøldið 15. januar, á føðingardegi Williams Heinesen, verður Mentanarvirðisløn Landsins handað. Umframt Mentanarvirðislønina, verður eisini Heiðursgáva Landsins latin, og eisini verður eitt ungt listafólk heiðrað við virðisløn. Harumframt verða sømdargávur eisini latnar nøkrum listafólkum.

Mentanarvirðisløn Landsins
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin fyri at heiðra eitt føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Fyri at fáa Mentanarvirðislønina, skal listafólki hava skapað list á høgum støði.
Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 krónur.

Heiðursgáva Landsins
Heiðursgáva Landsins verður latin mentafólki fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur.

Virðisløn til ungt listafólk
Í ár er eisini avgjørt at lata eina virðisløn til eitt ungt listafólk. Landsstýrismaðurin kann gera av, eisini at lata aðrar virðislønir, og eftir tilmæli frá tilmælisnevndini, er í ár gjørt av at heiðra eitt ungt listafólk, við eini virðisløn, sum er 50.000 krónur.

Sømdargávur Landsins
Í ár verða sømdargávur eisini latnar listafólkum, ið hava útint listarligt avrik. Sømdargáva Landsins er ein lívslong heiðursgáva á 20.000 krónur um árið.

Virðislønirnar handaðar í Spaniastovu
Hvør, ið fær heiðurslønirnar, verður avdúkað, tá landsstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, á almennum tiltaki í Spaniastovu í Klaksvík fer at handa heiðurslønirnar. “Mentanarliga umhvørvið kring gomlu handilshúsini í Klaksvík, har Spaniastova heldur til, saman við Norðoya Fornminnissavni og Leikalund, hevur ment seg seinastu árini, so eg haldi tað er hóskandi at mentanarvirðislønirnar í ár verða handaðar í Spaniastovu”, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Á tiltakinum verða røður, upplestur og tónleikur.

Tiltakið verður í Spaniastovu, Klaksvíksvegur 86, týskvøldið 15. januar kl. 19.