24.01.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Mentanarvirðislønir Landsins - Vælkomurøða

Mentanarvirðislønir Landsins - Vælkomurøða

Inngangsrøða

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, við handanina av mentanarvirðislønum landsins fyri 2017 í Bygdarhúsinum í Miðvági, 24. januar 2018

Kæru gestir!

“Hann hevur leingi ligið við høgætt og vestanbrot, og enn er kavi í fjøllunum. Móti eystri standa Steigafjøllini, Krosstindur, Húsafelli og Malinstindur so grímut. Trøllkonufingur stendur sum ein tøkutonn upp úr skarðinum, og hallið oman móti Klovningi er sum eitt trýni, ið liggur sutlandi í sjóvarmálanum.

Soleiðis skrivar langabbin, Rasmus Rasmussen í bókini "Sær er siður á landi" um útsýnið úr Miðvági.

Og tað er her, vit eru í kvøld.

Komandi tveir tímarnar verður hátíðardámur her í Bygdarhúsinum í Miðvági, nú vit fara at handa mentanarvirðislønir landsins fyri 2017.

Hjartaliga vælkomin øll somul - bæði tit, sum eru her í kvøld og tit sum fylgja við í Kringvarpinum.

Og ein serlig heilsan til tey trý, sum í kvøld fara at fáa virðisløn.

***

Nú eru skjótt tjúgu ár, síðan Føroya Landsstýri fór undir at veita mentanarvirðislønir. Og sigast má, at nógv er hent á mentanarliga økinum hesi seinastu 20 árini.

Vit hava fingið Loftbrúnna, sum eggjar okkara listafólki at fara út um landoddarnar við síni list.

Og nýggjasti spírin er Listafólklønin, sum fer at loyva yrkislistafólki at arbeiða longri í friði og náðum við síni list.

Okkara flogfør, sum dagliga binda okkum saman við umheimin, eru uppkallað eftir mætum listafólkum - og fleiri av okkara listafólkum fáa stóra viðurkenning uttanlands.

Framvegis veit eg tó, at spurningur av og á verður settur við, hví listafólk, sum ikki megna at liva av síni list, skulu fáa stuðul.

Til tað kann eg svara: tí løgin og óskiljandi list kann flyta mørk og lata heimar upp, sum vit ikki kendu til.

Og tað er altso tvætl, at listafólk framleiða best, tá tey eru svong.

Men tað krevur dirvi at stuðla frælsari dygdarlist, tí tað kann meiri enn so henda, at vit verða særd ella skakað í okkara mangan so støðuføstu veruleikafatan.

Men góða listin kann lata upp sansir, kenslur og tankar. Hon kann flyta. Hon kann menna. Hon kann forarga. Og tað er gott, tí skulu vit mennast, mugu vit broyta hugsan og heimsfatan av og á.

***

Men tað tekur tíð at læra at brúka pennin, pensilin ella pianoið, og at menna tað flogið, sum kann ávirka okkum.

Og sjáldan samsvarar verðsliga lønin við andliga arbeiði. Korini at virka sum listafólk eru ofta trong.

Men hetta hevur sitandi samgonga sett sær fyri at bøta um.

Tí ímyndið tykkum eitt lív við ongari list, við ongari mentan. Eitt lív við ongum filmi, ongari myndlist, ongum klædna- ella møbladesigni, ongum dansi, ongum tónleiki, ongum yrkingum, ongum kórum, hornorkestrum ella sjónleiki.

Alt skapandi streingir, sum vit jú spæla so lystiliga á her heima hjá okkum, og tøkk fyri tað!

Ja, ímyndið tykkum okkara land við ongari kreativari skapan.

Tað er torført.

Tí listin er jú - enn sum áður - grundarlagið undir okkara føroyska samleika, og mentanin er tað, sum ger okkum til føroyingar.

***

Í 20 ár hava vit, á henda hátt, fagnað fremstu lista- og mentanarfólkum okkara. Kortini stendur framvegis ikki á at finna fólk, sum so dyggiliga hava uppiborið henda heiður.

Aftur í kvøld fáa vit høvi at takka nøkrum av úrmælingunum fyri listaligu og mentanarligu avrik teirra.

Enn einaferð hjartaliga vælkomin øll somul!