Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar á føðingardegi William Heinesens, hósdagin tann 15. januar, tá landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, handar heiðursbrøv til virðislønarmóttakararnar fyri 2014. Í sambandi við handanina av virðislønunum vitjar Bjørn Kalsø í Sandoynni nevnda hósdag, og Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík, tekur ímóti.
Seinastu árini eru Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á ymsum støðum kring landið. Í fjør var hátíðarhaldið í Stóra Pakkhúsi í Vági, og fyrraárið fór handanin fram í Spaniastovu í Klaksvík. “Eg eri sera fegin um, at vit í ár kunnu handa Mentanarvirðislønir Landsins í Deplinum í Skálavík. Tað er ein hátíðarlig og hugnalig løta, har vit nýta høvi at heiðra nøkur av okkara fremstu listafólkum. Tað gleðir meg, at hetta er eitt tiltak, ið alt landið kann verða partur av, bæði við tað at tiltakið í ár verður í Sandoynni, og at útvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá tiltakinum”, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Aftur í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðisløn Landsins, sum er kr. 150.000, verður latin listafólki, sum hevur skapað list á høgum støði, sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Heiðursgáva Landsins, sum er kr. 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Eisini verður latin ein virðisløn til ungt listafólk, sum er kr. 50.000.
Í fjør fekk Tróndur Patursson, listamaður, Mentanarvirðisløn Landsins, Árni Dahl, bókmentafrøðingur, Heiðursgávu Landsins, og Trygvi Danielsen fekk virðislønina til ungt listafólk.
Harafturat verða tvær sømdargávur, ið eru lívslangar heiðursgávur á kr. 20.000 um árið, latnar listafólkum, ið hava útint listarligt avrik. Tiltakið verður í Deplinum í Skálavík hóskvøldið 15. januar kl 19-21. Tiltakið er alment og ókeypis, og á skránni verða røður, upplestur og tónleikur.
Tiltakið verður varpað beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.