Mikukvøldið 25. januar verða mentanarvirðislønir landsins handaðar á almennum tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri.
Eins og í fjør verður tað Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum handar virðislønirnar.
- Vit eiga ómetaliga nógv góð listafólk, og tí er tað ein frægd at sleppa at heiðra nøkur teirra, sum hava skarað framúr. Eg gleði meg til løtuna á Seglloftinum og til at sleppa avdúka mentafólkini, sigur Rigmor Dam.
Í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi.
Heiðursgáva landsins, sum er 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Triðja virðislønin er Virðislønin til ungt listafólk, sum fyrstu ferð varð latin í 2011. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki.
Handanirnar verða á almennum hátíðarhaldi á Seglloftinum á Tvøroyri, mikukvøldið 25. januar kl. 19.00. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum.
Tey, ið áður hava fingið mentanarvirðislønir landsins eru:
Mentanarvirðisløn Landsins
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Ebba Hentze
2009: Kári P.
2010: Sunleif Rasmussen
2011: Jóanes Nielsen
2012: Tóroddur Poulsen
2013: Tróndur Patursson
2014: Torbjørn Olsen
2015: Annika Hoydal
Heiðursgáva Landsins
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Martin Tórgarð
2009: Laura Joensen
2010: Jonhard Mikkelsen
2011: Kristian Blak
2012: Marianne Clausen
2013: Árni Dahl
2014: Tey av Kamarinum
2015: J.P. Gregoriussen
Virðisløn til ungt listarfólk
2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður
2012: Silja Strøm, myndlistakvinna
2013: Trygvi Danielsen, yrkjari
2014: Mattias Kapnas, tónleikari
2015: Andrias Høgenni, filmsleikstjóri