Fagnaðarrøða hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni í mentamálum til handan av Mentanarvirðislønum landsins 2021 í SALT á Drelnesi.
Hjartaliga vælkomin øll somul! Tit, sum eru komin higar í SALT í kvøld, øll tit sum lýða á kring landið og ikki minst tit, góðu útisetar!
Hjartaliga vælkomin til hesa heiðursløtu, nú okur fara at virða nøkur av okra bestu og fremstu listafólkum.
Fólk, sum við teirra framúr listagávum, í áravís og á ymiskan hátt hava rørt, ávirkað og savnað okum.
Vælkendi suðringurin Poul F - Hargaskaldið úr Sumba - yrkti um mangt og mikið. Millum annað um lagnuna hjá listafólki.
Í savninum »Millum Heims og Heljar« frá 1947 hevur hann eina yrking, nevnd »Skaldarlagnan«.
Í yrkingini samanber hann listafólk við tjøldur, ið ikki fara av landinum, tá veturin kemur. Tey mugu tola svongd og kulda, men halda kortini á at lívga fólkið við sínum áhaldandi og lívgandi klippum - sjálvt á hávetri.
Seinasta ørindi ljóðar soleiðis:
»Einsligt lív millum fjalla, av tíð síni fataður ei.
Deyður í sakni - so róstur - er yrkjarans dapra leið«
Poul F hevur kanska rætt í, at listafólk ikki í nóg stóran mun fáa tað rós, sum tey eiga uppiborið. At okur kanska ikki altíð heilt síggja virði teirra, og duga ov illa at takka hesum, sum í gleði og sorg - gaman og álvara - ríka tilveruna og seta lit á lívið.
Endamálið við Mentanarvirðislønunum er at heiðra tykkum listafólki. At takka - og siga, at okur veruliga virðismeta arbeiði tykra.
Eg haldi eisini, at virðingin sum heild er vorðin størri, síðani Poul F yrkti »Skaldalagnuna«.
Nógv tøk eru tikin fyri at bøta um kor og karmar - millum annað við hesum stásiliga og søguliga mentanarhúsinum, sum okur í kvøld eru stødd í: stórbæra mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.
Saltsilo'in varð bygd í 1937 - meðan Poul F enn var við sítt fríska lív.
Um sama mundið, sum silo'in bleiv bygd, varð eisini bryggjan her á Drelnesi gjørd. Hon var 80 metrar til longdar - ógvuliga stór eftir tátíðar mátum. Oljutangarnir, sum høvdu staðið hinumegin fjørðin, vórðu fluttir yvirum. Og ein trá-bani varð gjørdur - líka úr Rangabotni og higar - til at føra kolið, sum bleiv høgt í minunum.
Og so - sum krúnan á verkinum - varð silo'in reist.
Tað var eitt stórt stig her í oynni og virksemið var øgiligt.
Men bara fimm ár seinni - í 1942 - varð hon bumbað av týskarunum. Ímynda tær ruðuleikan. Salt, kol, múrsteinar og húsaleivdir hvørt um annað. Stórbæri bygningurin í skeljasori. Panikkur. Og vónbrot.
Men eftir kríggið varð alt bygt uppaftur og virksemið helt fram.
Og her hevur verið nógv virksemi. Sjálvur forvann eg mínar fyrstu krónur her í SALT.
Boð vóru eftir okum tannáringum at høgga saltið leyst úr stóru rúgvunum, sum fyltu húsið. Síðani var tað skumpað gjøgnum op í gólvinum niður á eitt transportband, sum førdi tað út til línuskip og trolarar. Teir komu úr øllum landinum at keypa salt til longu túrarnar norður til Grønlands ella New Foundlands strendur.
Og umborð á skipunum var tørvur á hondum at lempa saltið út í ytstu krókar.
Saltið, tað kom við damparum uttan úr stóru verð - suðuri úr Spania.
Eisini umborð har, í lastini, var brúk fyri mannahondum. Nú at skumpa spanska saltið inn á miðjuna, haðani stórir kranar grabbaðu tað langt upp. Síðani sleptu teir tí niður á transportband, sum førdi tað gjøgnum bygningin, uppi undir loftinum og slepti tí niður her inni, at verða lagrað.
Her var yðjandi, tysjandi lív. Her var forvitni og eldhugur. Og ein fatan av, at okur vóru mitt í verðini. Verðin hittist her.
Men seinastu árini, áðrenn silo'in bleiv umvald aftur, bar hon eingi tekin um tað yðjandi lívið, ið hon fyrr savnaði um seg. Tað var hjá hesum bygningum, júst sum Poul F yrkti: »Einsligt lív millum fjalla, av tíð síni fataður ei«
Men forfjónaða silo'in kom enn einaferð aftur til heiður og æru. Tíbetur.
Tí framskygdar eldsálir sóu møguleikan at tvinna saman fortíð og nútíð. At knýta tað handliga og tað andliga arbeiðið saman í hesum sermerkta bygninginum. Og at sameina dagliga kropsliga stríðið, sum var - við tey serstøku tiltøkini við sansaligari njótan, sum nú javnan eru.
Tað er einki minni enn framúrskarandi hugsað. Tí tað er, har mótsetningar møtast, at spennandi ting henda.
Enn einaferð hittist heimurin her. Og við eitt varð mentanin, sum Hargaskaldið sang harmaljóð um, lyft upp til heiður og æru. Nú er pallurin settur til tað ríka mentanarlívið, sum altíð hevur blómað her á landi - í Suðuroynni, eins væl og alla aðrastaðni.
Og júst sum silo'in gjørdi, bindur mentanin okum saman. Okum, hvørs leiðir liggja sunnaliga - við tykum, hvørs leiðir liggja norðaliga.
Og sama hvørja listagrein okum dámar best, so finna okur helst øll sansaliga njótan - eitt kærkomið brot úr gerandisdegnum - í onkrari av mongu og fjølbroyttu listargreinunum, ið lívgað okum her á landi.
So karmarnir kundu ikki verið betri, nú okur taka ákæruna hjá Poul F í álvara - og geva nøkrum av fremstu listafólkum okra ein væl uppibornan heiður.
Skráin við framførslum, sum okur skulu njóta í kvøld, er somuleiðis framúr.
So enn einaferð: hjartaliga vælkomin til Mentanarvirðislønir landsins - bæði tykur, sum eru savnað her í Salt, útisetar - og tykur, sum fylgja við í Kringvarpinum.
Takk fyri.