Mentanarvirðislønir landsins 2018 - Samandráttur og endarøða
Í kvøld, mikukvøldið 23. januar 2019, hevur Aksel V. Johannesen, virkandi landsstýrismaður í mentamálum, handað mentanarvirðislønir landsins fyri 2018.
Tríggjar virðislønir vórðu handaðar á almenna tiltakinum, sum varð hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva landsins og Mentanarvirðisløn landsins.
Ungt listafólk 2018:
Búi Rouch, dansari, fekk í ár virðislønina til Ungt listafólk. Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning. Virðisløn til Ungt listafólk er 50.000 kr.
Í grundgevingini stóð millum annað: Nútíðardansur er ein lutfalsliga nýggj listagrein í Føroyum, sum tykist at hava stórt viðrák í løtuni. Búi er ein av ungu slóðarunum fyri listagreinini og hevur víst gávur sum fáur. Kroppurin og rørslurnar mála okkum eina mynd ella eina hugmynd og skapa saman við tónleiki, ljósi, litum, búnum og pallmynd eina heildarmynd.
Heiðursgáva landsins 2018:
Astrid Andreasen, vísindaligur teknari og listakvinna, fekk Heiðursgávu landsins. Henda virðisløn verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr.
Í grundgevingini stóð millum annað: Astrid Andreasen hevur stóran part av sínum arbeiðslívi starvast innan lívfrøði og hevur teknað nærum alt, ið livir og grør í føroysku náttúruni. Fiskar, fuglar, seyðir, hvalir, skordýr, flogkykt, blómur og tari hava bergtikið hana, og hon hevur teknað og skrásett lívfrøðiliga fjølbroytnið við ómetaligari virðing og nágreining. Avrikini hjá Astrid Andreasen hava sett síni spor víða hvar í landinum.
Mentanarvirðisløn landsins 2018:
Bárður Jákupsson, listamaður, fekk Mentanarvirðisløn landsins fyri 2018. Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik og er 150.000 kr.
Í grundgevingini stóð millum annað: Í myndlistini hevur Bárður Jákupsson heilt frá ungum árum víst eitt sjáldsamt treiskni, áhaldni, hegni, dirvi og serligan dugnaskap.
Náttúrulýsingarnar í myndunum eru rytmiskar og stórbærar. Í litum og myndevnum sæst ein kærleiki til náttúruna, upphav til grøði og lív. Mensk megi og musikalitetur hómast mangastaðni í hansara myndlist. Ofta eru myndirnar eksplosivar, men tær eru eisini nemandi og inniligar.
Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir. Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Alda Joensen.
Endarøða
Røða hjá Aksel V. Johannesen, virkandi landsstýrismanni í mentamálum, til handanina av mentanarvirðislønum landsins fyri 2018 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 23. januar 2019.
Góðu tit øll!
Nú hava vit handað allar tríggjar mentanarvirðislønirnar fyri 2018, og áðrenn Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal fer at syngja tann síðsta sangin, fari eg at takka tykkum øllum fyri tykkara leiklut.
Øllum tykkum, sum hava verið við at fyrireika kvøldið, siga vit takk.
Hjartaliga takk øll somul, sum tóku lut og gjørdu kvøldið so gott og serstakt.
Serliga skal eg takka Fuglafjarðar býráð og fuglfirðingum fyri at hýsa tiltakinum her í Mentanarhúsinum – og Kringvarpinum fyri at senda beinleiðis í kvøld.
Eg fari eisini at takka tykkum trimum Búa, Astrid og Bárði. Takk fyri alt tað, tit hava givið okkum, og blíðan byr framyvir ynski eg tykkum.
Hjartaliga til lukku við virðislønunum!
Tit eru talandi dømi um, hvussu ríkt og livandi lista- og mentanarlív, vit hava í Føroyum.
Tit eru við til at víðka um búgvið.
Tá ið man fæst við list og mentan verður mangan sagt, at tað er umráðandi at standa við sítt, ja, at vera eitt sindur treiskur.
Tá gongur tað nokk.
Eg ivist ikki í, at soleiðis hevur tað mangan verið í okkara lítla landi. Kanska júst tí eiga vit so mong og góð lista- og mentafólk!?
Í 1959 – fyri 60 árum síðan - eru tvær søgur í ‘Míni jólabók’, har tað undir myndunum stendur eitt lítillátið “BJ”. Nærri kanningar av innihaldsyvirlitinum vísa, at hesin “BJ” er okkara seinni so navnframi Bárður Jacobsen, og í parantes verður upplýst, at hann er 15 ár.
Nú, “BJ” er blivin sjeytifimm, eitur hann Bárður Jákupsson og sigast má, at listin framvegis spríkir frá honum, ja, sum ongantíð fyrr.
Saman við hinum báðum ‘treisku’ og dugnaligu virðislønarmóttakarunum, Astrid Andreasen og Búa Rouch, eru tit trý ein sera týðandi táttur í tilverugrundarlagnum í okkara lítla landi.
Góðu tit. Takk fyri tykkara virkna og áhaldandi leiklut.
Tit gera vissuliga Føroyar ríkari.
Takk fyri.
Aksel V. Johannesen
løgmaður
Myndir: Rólant Lenvig av Reyni
Solveig Hanusardóttir helt røðu fyri Bárði Jákupsson
Guðrið Poulsen helt røðu fyri Astrid Andreasen
Rannvá Káradóttir helt røðu fyri Búa Rouch
Sí annars fleiri myndir frá tiltakinum á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum í Fuglafirði undir myndasøvn www.mh.fo - her