24.01.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Mentanarvirðislønir Landsins 2017 - Samandráttur og endarøða

Mentanarvirðislønir Landsins 2017 - Samandráttur og endarøða

Í kvøld, mikukvøldið  24. januar 2018, hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handað Mentanarvirðislønir Landsins fyri 2017.

 

Tríggjar virðislønir vórðu handaðar á almenna tiltakinum, sum varð hildið í Bygdarhúsinum í Miðvági. Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins. 

 

Ungt listafólk 2017:

Konni Kass, tónleikakvinna, fekk í ár virðislønina til Ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við.

Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt.  Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

 

Í grundgevingini stóð millum annað: Konni hevur fingið tónleikin í vøggugávu, og hennara listagávur eru eyðsýndar. Tó røkkur hetta bert til eitt vist,  tí miðvíst arbeiði skal eisini til, um røkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðandi tað er at menna tær gávur, ið eru falnar einum í lut, og hvussu tað loysir seg at gera sær ómak í yrkisligu tilgongdini.

 

Heiðursgáva Landsins 2017:

Heiðursgávu Landsins fekk Frits Johannesen, fjøllistamaður. Henda virðisløn verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr.

 

Í grundgevingini stóð millum annað: Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er at kanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og  bera fram í skrift og talu. Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt streingir, sum Frits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á.

 

Mentanarvirðisløn Landsins 2017:

Barbara í Gongini, sniðgevi, fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017.

 

Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik og er 150.000 kr.

 

Í grundgevingini stóð millum annað: Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu.

Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiðir.

 

Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir. Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs.

Endarøða

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, við handanina av mentanarvirðislønum landsins fyri 2017 í Bygdarhúsinum í Miðvági, 24. januar 2018

Góðu tit øll!

So er kvøldið um at verða endað.

Vit hava nú latið allar tríggjar virðislønirnar, vit hava hoyrt røður og framførslur, ((flent og tárað)) og fagnað okkara ríka mentanar- og listalívið.

Ein allýsing av "Mentan og mentanararvi" ljóðar soleiðis: "Mentanararvur er tað, vit taka við okkum frá undanfarnum ættarliðum".

Mentanin kann tí lýsast sum djúpu og sterku røturnar, sum ganga niður ígjøgnum ættarlið og samfelagsløg, og sum vit fáa megi og kraft úr.

Men skulu vit vaksa og mennast, er treytin, at vit hava listina. Tí ein allýsing av listini sigur, at listin er "nýskapandi virksemi".

Um mentanin umboðar rótfesti, kann listin sostatt lýsast sum greinar og bløð, sum støðugt toyggja seg longur fyri hvørt ár. Hon umboðar spildurnýggju spírarnar - og tey skotini, sum vaksa víðari á verandi greinum.

Við tíðini kann tann nú so framfýsna listin gerast til mentan og ríkan arv, sum komandi ættarlið aftur byggja á og taka við sær.

Tit trý, Konni, Frits og Barbara, eru góð dømi um, hvussu ríkt og livandi lista- og mentanarlív, vit hava í Føroyum.

Tit eru eisini dømi um, hvussu breitt listin og mentanin fevna, og hvussu nýskapandi listin byggir á mentanararvin.

Tit virka innan ymsar listagreinar, tit virka ymsa staðni og á ymsar mátar - og tit umboða allar aldursbólkar.

Mentan og list fevna okkum øll - og eru stórur partur av okkara føroyska samleika.

Men treytin er, at summi vilja leggja sína tíð, sína orku og sína sál í listaliga og mentanarliga arbeiðið.

Fyri tykkara stóra og merkisverda arbeiði eru tit trý nú heiðrað. Men Mentanarvirðislønirnar eru samstundis eisini ein viðurkenning til allar føroyingar, sum onkursvegna fáast við mentan og list.

Mikkjal á Ryggi, sum jú eisini var miðvingur, gav okkum millum annað hesar reglurnar:

At liva, tað er at elska

Tað besta í tíni sál

At liva, tað er at virka

Og seta so bjart sítt mál

Gævið satt, at tit – og øll onnur, sum eisini ríka okkum dagliga - halda á at liva, elska og virka – og seta tykkum bjørt mál.

Ikki bara fyri tykkara egnu skuld – men fyri alt Føroya fólk.

***

Áðrenn vit at enda skulu hoyra Vágakórið undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen, vil eg hjartaliga takka tykkum øllum somlum, sum tóku lut og gjørdu kvøldið so gott og serstakt.

Serliga skal eg takka Vága Kommunu og miðvingum fyri at hýsa tiltakinum - og Kringvarpinum fyri at senda beinleiðis í kvøld.

Takk fyri øll somul.