Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar á føðingardegi William Heinesens, tann 15. januar.
Í ár hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, gjørt av, at handanin fer fram suðuri í Vági. “Mentanarvirðislønirnar eru fyri alt landið, og handanin av virðislønunum er tí eitt gott høvi at birta undir tey mentanarligu umhvørvi, ið eru í landinum og umhvørvið í Vági kring Stóra Pakkhúsið og Ruth Smith savnið er eitt teirra”, sigur Bjørn Kalsø.
Í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðirløn Landsins verður latin listafólki, sum hevur skapað list á høgum støði, sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Mentanarvirðisløn Landsins er kr. 150.000. Heiðursgáva Landsins verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur. Triðja árið á rað verður virðisløn latin til eitt ungt listafólk. Henda virðislønin er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki. Virðislønin er kr. 50.000.
“Eg eri fegin um at kunna handa mentanarvirðislønir landsins, tí tær eru eitt gott høvi at vísa á tey virði, ið lista- og mentafólk skapa í okkara samfelag,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Tiltakið, ið verður í Stóra Pakkhúsi í Vági mikukvøldið 15. januar kl.19.00, er alment og ókeypis. Á tiltakinum verða røður, upplestur og tónleikur. Tiltakið verður varpað beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.