Mentanarvirðisløn Landsins 2017 verður latin Barbaru í Gongini, klædnasniðgeva við hesi grundgeving:
Hon er gløgg og listaliga gávað.
Barbara í Gongini hevur ment eitt burðardygt, norðurlendskt, avbjóðandi klædnamerki, ið er høgt í metum um allan heim.
Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu.
Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiðir.
Samfelagsligi áhugin og arbeiðið fyri javnstøðu í víðastu merking, eisini við atliti at kyni, religión, seksualiteti og aldri, eyðmerkir hennara hugsanar- og arbeiðshátt í skapanini av klæðum á høgum listaligum støði.
Í støðugum samstarvi við list og listafólk dregur Barbara í Gongini fram tað eyðkenda við plagginum. Hon ber tað saman við tann livandi kroppin og skapar klæðir og tilhoyr, ið geva menniskjanum frælsi at bjóða siðvenjuni av og at menna sín egna samleika.
Fyri listaliga og evnaríka avrik sítt fær Barbara í Gongini Mentanarvirðisløn Landsins 2017.