Opið hús er á hvalastøðini við Áir leygardagin 17. september kl. 14.00-18.00, og í sambandi við at mentanarvikan hjá Sunda kommunu byrjar tá, vitja Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum og Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda kommunu á støðini leygardagin kl. 16.00.
Tíðliga í vár varð farið undir arbeiðið at varðveita hvalastøðina við Áir. Fólk frá Søvnum Landsins hava saman við fólki úr Sundalagnum hampað økið rundan um bygningarnar, lekar eru tettir, ruddað er innan úr húsunum og arbeitt hevur verið við skráseting av hvalastøðini. Nógv hevur verið at farið um, og tað hevur avgjørt verið í síðstu løtu, at farið er undir varðveitingararbeiðið, tí fleiri av bygningunum hava verið í sera ringum standi.
Nú er arbeiðið komið so mikið áleiðis, at Søvn Landsins bjóða fólki til opið hús á hvalastøðini leygardagin 17. september kl. 14.00-18.00. Søvn Landsins hava boðað frá í tíðindaskrivi, at tá verður høvi hjá fólki at vitja støðina og minnast aftur á virksemið, ið har hevur verið. Meira fæst at vita um tiltakið á www.fornminni.fo.
Arbeiðið, sum hevur verið gjørt á hvalastøðini við Áir higartil í ár, er ein liður í ætlanini hjá Søvnum Landsins, Mentamálaráðnum og Sunda kommunu at kanna møguleikarnar fyri at skapa ein upplivingardepil við Áir. Ætlanin er at varðveita hvalastøðina sum sjóvinnusavn, og at økið kring hvalastøðina kann verða brúkt til ferðavinnu og annað vinnuligt virksemi, ið er knýtt saman í ein upplivingardepil. Ein arbeiðsbólkur við luttøku av fólki frá Søvnum Landsins, Mentamálaráðnum, Landsverk og Sunda kommunu lata seinni í ár eina neyvari ætlan um upplivingardepil við Áir úr hondum.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, fegnast um tiltakið á hvalastøðini leygardagin, sum eisini er fyrsta tiltakið í mentanarvikuni hjá Sunda kommunu. ”Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa gongd á arbeiðið at varðveita hvalastøðina við Áir sum savn. Hvalastøðin við Áir er í nógvar mátar einastandandi, og eg vóni at bæði fólk úr Sundalagnum, sum hava serligt tilknýti til hvalastøðina, og fólk aðrastaðni frá, fara at nýta hetta høvi at vitja hvalastøðina, uppliva bygningarnar og tólini, kenna angan av lýsi og tosa við fólk frá Søvnum Landsins.”
Meðan hvalastøðin er opin hava fólk høvi at ganga millum bygningarnar og koma inn í ymsu húsini umframt at høvi er at tosa við fólk frá Søvnum Landsins. Kl. 16.00 verður ein kaffimuður at fáa, tá Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda kommunu, halda røðu, og aftan á verður rundvísing.