Umstøður eru nú fingnar til eitt kveikjandi listaligt, mentanarligt og skapandi umhvørvi á Lützenstrøð 4, har landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur givið mentanarfelagsskapum og kreativum vinnuverkætlanum innivist til at reka mentanarligt og skapandi virksemi.
Høvuðshugsanin við at lata felagsskapir innan mentanarøkið og kreativar vinnur húsast undir somu lon er at skapa møguleika fyri samstarvi og synergi millum tey, ið starvast innan mentan, list og kreativar vinnur. Skrivstovuhøli, fundarhøli og onnur felags høli gera, at tey, ið brúka húsini, kunnu hugsavna seg um sítt arbeiði ella hittast til prát, íblástur og samstarv.
Landsstýrismaðurin í mentamálum vónar, at hesin møguleiki fer at koma teimum til gagns, ið fáast við mentan í breiðari merking, og at Lützenstrøð verður eitt kveikjandi og livandi umhvørvi. “Eg eri sera fegin um, at Mentamálaráðið kann bjóða hesar karmar til listafólk og kreativ fólk, tí hetta ger tað møguligt hjá teimum, ið búleikast á staðnum, at skapa tað rúm, samstarv og tey tiltøk, tey ynskja sær”, sigur Bjørn Kalsø og leggur aftrat, at hóast hølini ikki eru glæsilig, rúma tey nógvum møguleikum.
Tey, ið húsast á Lützenstrøð, eru hesi: Listafólkasamband Føroya (LISA), Mentanargrunnur Landsins, Norrøna Felagið og Fjølrit. Harumframt hevur Íverksetarahúsið fingið innivist til at veita ráðgeving og til kreativar íverksetar, sum fáast við framleiðslu av telduspølum, 3D-animatiónsfilmum, appum og Føroyum sum filmslandi. Játtan er sett av á fíggjarlógini til eina nýggja og áhugaverda verkætlan at menna telduspøl og appur, sum landsstýrismaðurin í mentamálum stuðlar við at veita innivist til verkætlanina.
LISA hevur dagliga raksturin av húsinum um hendur, og ein húsabólkur skal taka sær av yvirskipaðum viðurskiftum til gagns fyri brúkararnar.
Áðrenn bygningurin á Lützenstrøð 4 varð tikin í nýtslu sum kreativur depil, var hann karmur um virksemið hjá Føroya Skúlabókagrunni, til hesin varð lagdur undir Nám á Hoyvíksvegnum.