02.07.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Mentamálaráðið stuðlar níggju filmsverkætlanum

Mentamálaráðið stuðlar níggju filmsverkætlanum

Í ár eru á fyrsta sinni nakrantíð settir pengar av á fíggjarlógini til film, og nú hevur Mentamálaráðið stuðlað níggju filmsverkætlanum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er fegin um, at tað við hesum er brotið upp úr nýggjum á kreativa mentanarøkinum, og at serstaka játtanin til film nú kann vera við til at menna filmsøkið. Við stuðlinum verður møguligt at fremja fleiri filmsverkætlanir, sum vit vónandi fara at síggja góð úrslit av.

Stuðulin verður latin til hugskotsmenning, framleiðslu, útbreiðslu og liðugtgerð, sum alt eru týðandi tættir, tá filmar verða gjørdir.

Tað vóru tilsamans 22 umsóknir, og av hesum fingu níggju stuðul, sum tilsamans er 485.000 kr.

Stuðulin er latin til ymisk sløg av filmi. Eitt nú stuttfilm, heimildarfilm, teknifilm og spælifilm.

Verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul játtaðan, eru:

Lítla Dímun

Dokumentarfilmur um lítla Dímun

50.000,00

Blue Bird Film

Liðugtgerð av spælifilminum Ludo

100.000,00

Einar Larsen

Kolasøgan 1750 til 2000

50.000,00

Sakaris Stórá

Menna leikrit til spælifilm

40.000,00

Torfinnur Jákupsson

Krimi sjónvarpsfilmur - Trom

50.000,00

Anton Petersen

Spælifilmur - Stain

85.000,00

Green Animation Studios

Filmur um Kópakonuna

50.000,00

Ingun í Skrivarastovu

Summarnátt og Vetrarmorgun, útbreiðsla

45.000,00

Sámal Jákup Jakobsen

Filmurin Eld, men ikki eldri

15.000,00