Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya hava í dag undirskrivað nýggjan public service-sáttmála
Sambært Kringvarpslógini er tað heimilað landsstýriskvinnuni at gera public service-sáttmála við Kringvarpið. Áðrenn slíkur sáttmáli verður undirskrivaður, skal landsstýriskvinnan tryggja sær, at Løgtingið hevur havt høvi at umrøða ætlaða innihaldið í sáttmálanum. Aðalorðaskifti um public service-sáttmálan var í Løgtinginum 8. desember í ár, og í dag hava Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya skrivað undir sáttmálan.
Sum sjálvstøðugur, almennur stovnur hevur Kringvarp Føroya ávísar public service-skyldur mótvegis øllum borgarum. Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan. Stovnurin hevur somuleiðis stóran týdning fyri fólkaræði í landinum, tí hann í virksemi sínum varpar ljós á og elvir til kjak um samfelagsviðurskifti. Fyri at tryggja, at Kringvarp Føroya røkir raðfestar public service-skyldur, gera Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya henda sáttmála.
Sáttmálin er galdandi fyri tíðarskeiðið 2017-2020. Les her.