12.09.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

MENTAMÁLARÁÐIÐ NÝTT HEIMASÍÐUSNIÐ

Seinasta árið hevur verið arbeitt við at fáa Mentamálaráðnum nýggja heimasíðu ístaðin fyri ta gomlu. Tað er lýsingafyritøkan Sansir, sum hevur sniðgivið og forritað, meðan bygnaðurin er gjørdur innanhýsis í ráðnum.

Nýggja heimasíðan setir í størri mun sjóneykuna á tey mál, sum Mentamálaráðið arbeiðir við. Á forsíðuni verður sjóneykan serliga sett á tey stóru økini í Mentamálaráðnum, ið snúgva seg um útbúgvingar- og granskingarøkið sum eitt høvuðsøki og so mentanarøkið, sum snýr seg um annað mentanarstarv, so sum mentanararvin (t.e. søvn o.a.m.), list, kirkjumál, ítrótt, fjølmiðlar o.a.m.

Harumframt eru á forsíðuni dømi um fýra fokusøki, sum Mentamálaráðið arbeiðir við at fáa avgreidd í løtuni. Hesi eru lóg um upphavsrætt, nýggj miðnámsskúlaskipan, nýggj eindarskipan í sambandi við yrkisútbúgvingarnar og kunning um Søvn Landsins, ið vórðu sett á stovn 1. januar 2011.

Á forsíðuni í vinstra bredda síggjast yvirskriftirnar frá teimum seinastu tíðindunum, sum løgd eru út. Beint niðri undir tíðindunum er knøttur, har til ber at tekna seg fyri tíðindabrævi frá Mentamálaráðnum.

Nógv og fjølbroytt tilfar er tøkt á síðuni. Undir valmyndini “Mentamálaráðið” í høvuðsbreddanum, uttast til høgru, ber til at koma inn á “Síðuyvirlit”, sum er eitt yvirlit yvir allar síðurnar, sum liggja á nýggju heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum: www.mmr.fo.