Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur gjørt av at lata 9 verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2017.
Tvey umsóknarumfør hava verið í ár, og tilsamans fáa 9 umsøkjarar stuðul.
Í fyrra umfari komu 6 umsóknir fyri slakar 1,5 mió. kr. Ein umsøkjari fekk stuðul:
Vár Berghamar Jacobsen: ”Luddi og Lundisa” – barnaleikur, sum eftir ætlan fer at verða vístur kring landið.
Í seinna umfari komu 13 umsóknir fyri slakar 1,8 mió. kr., harav 8 fáa stuðul. Hesar eru:
Det Ferösche Compagnie: ”Lykkenborg” – um Lykken, sum í 1970’unum bygdi Lykkenborg í Miðvági
Leikhús Skift: ”Niðursending 1953 og Heimkoma 1973” – ein sjónleikur um eitt svart kapittul í samtíðarsøgu okkara
Tvazz: ”Ó, søgur um djevulskap” – leiktulking av bókini eftir Carl Johan Jensen
GUT/Productions: ”Látur Medusu” – leikur sum ímynd av tí ókúgiliga feminina – í kvinnuni, í manninum, í djórinum, í náttúrini, ja, í alheiminum
Karavella Marionett-Teatur: dukkuleikurin ”Skrímslakrýnika” - úr bókunum um skrímslini
Opera.fo: kamaroperaversjón av kendu klassisku operuni ”Don Giovanni” eftir W.A. Mozart
Búi Rouch: Dansiteatur, ið viðger talgilda menning í mun til menniskjans evolutioneru menning
Tróndur Bogason: kamaroperan ”Adam & Eva – eitt relativt rekviem”
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum fegnast um, at játtanin í 2017 er hækkað til 650.000 kr. eftir at hava ligið um 450.000 kr. í 10 ár. Hugskotini og umsóknirnar tróta ikki, og tað er týdningarmikið, at leiklistaumhvørvið hevur umstøður at virka, og at leiklistin fær møguleika at mennast til gagns fyri mentan og samleika okkara.
Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.
Mynd: Rakel Helmsdal. Marionettleikur "Dansa so væl og leingi" hjá Karavella Marionett-Teatri