30.04.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

MENTAMÁLARÁÐIÐ FINGIÐ PENING AT BÝTA ÚT

Mentamálaráðið hevur fingið eina millión og 576-túsund krónur av veddingarpengingi at býta út sum stuðul. Tað eru 15 prosent av samlaðu føroysku upphæddini. Talan er um eina skipan við veddingarpeningi frá Danske Spil, sum føroyingar eru við í.

Fólk, ið hava søkt Mentamálaráðið um stuðul av veddingarpengunum, fáa svar um mánaðarskiftið mai/juni.

Umframt Mentamálaráðið, fingu Ítróttarsamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Meginfelag teirra brekaðu, eisini burturav veddingarpengunum. Býtið av peninginum verður skipað eftir løgtingslóg.

Tað er smápartafelagið Ítróttarvedding, sum umsitur pengarnar í Føroyum.