24.10.2011 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Meirvirðisgjald av íløgum í ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi kann verða afturgoldið

Felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur í ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi, kunnu fáa meirvirðisgjaldið av íløgunum afturgoldið.

Skipanin virkar fram til árslok í 2012, og treytirnar eru í høvuðsheitum, at:

• Verkætlanin er meira enn 1 millión, MVG ikki íroknað

• Kommunan skal góðkenna øll neyðug byggiteknisk myndugleikakrøv og -loyvi í sambandi við íløguverkætlanina

• Grannskoðari skal vátta, at íløgan er omanfyri 1 mió. kr. og at í minsta lagi 33 % av samlaða íløgukostnaðinum, uttan meirvirðisgjald, er gáva ella ólønt, sjálvboðið arbeiði, og at fígging er til alla íløguverkætlanina

• Umsóknin skal vera góðkend áðrenn lógin og kunngerðin fara úr gildi, tað er áðrenn árslok 2012

• Verkætlanin skal vera liðug í seinasta lagi 5 ár eftir at umsóknin er góðkend

Vert er at leggja til merkis, at talan er ikki um MVG-frítøku, men at MVG verður afturrindað 100% eftir umsókn.

Á summum økjum – eitt nú tá talan er um at byggja kirkjur og líknandi – galda serlig krøv í sambandi við bygging og fígging. Treytirnar í sambandi við at fáa MVG afturgoldið koma tá aftrat hesum serligu krøvum, ikki í staðin fyri tey.

Mentamálaráðið vísir annars til TAKS, og til kunngerðina um stuðulin, “Kunngerð nr. 38 frá 16.05.2011 um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi”. Slóðin til kunngerðina í lógasavninum er henda: http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2011/0000038.htm