Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, var um vikuskifti í býnum Leeuwarden, sum liggur í landspartinum, Frísalandi, í Hollandi.
Har hitti hon umboð fyri fleiri tjóðir, sum eru minnilutar í størri ríkjum ella økjum - til dømis úr Írlandi, Wales, Baskaralandinum og Malta. Felags fyri hesi londini er, at tey øll hava sín egna sterka samleika og mentanararv, umframt sítt egna mál, sum dagliga verður talað.
Býurin Leeuwarden er kosin at vera Mentanarhøvuðsstaður í Evropa í 2018 - og sum part av setanini av hesum mentanarárinum var Rigmor Dam í kjaki við umboð úr áðurnevndu smátjóðum um menning og varðveitslu av minnilutamálum.
Rigmor Dam greiddi í hesum sambandi frá støðuni hjá føroyska málinum, og hvussu vit røkja og menna tað, umfrat at hon greiddi frá átakinum við málsligari menning hjá børnum. Tað vakti eisini miklan ans og bergtøku, tá landsstýriskvinnan vísti á síðuna Faroe Islands Translate, har útlendingar kunnu skriva orð inn, sum síðani verða umsett av vanligum føroyingum.
- Samanumtikið snúðu fundirnir seg um týdningin av at styrkja og menna smáu uppruna málini í Evropa - og at menna eitt samstarv tjóðanna millum. Hóast málini og mentanirnar eru sera ymiskar, so er avbjóðingin í stóran mun tann sama hjá okkum øllum, tí enskt troðkar seg framat allastaðni. Vit eru eisini samd um, at vit mugu leggja doyðin á at rótfesta børn og ung í málinum, um ikki málini skulu doyggja út, sigur Rigmor Dam.
- Tað er upplagt við einum tættari samstarvi millum smáu málini í Evropa, tí støða okkara er so eins, og vit hava nógv at læra av hvørjum øðrum. Vit eiga ikki at undirmeta styrkina, sum liggur í at vera ein partur av tøttum samstarvi í Evropa. Høvuðseyðkenni í Evropa er jú júst breiða fjølbroytnið í mentan og máli.
Hóast høvuðsdentur varð lagdur á mál og málsliga menning, umrøddu tey eisini støðuna hjá minnilutaøkjum í Evropa, framtíðarsamtarv í Evropa og hvussu vit sum smá samfeløg best tryggja integratión.
Dagarnir vóru skipaðir við framløgum frá øllum luttakarunum, umframt pallborðskjaki.
***
Mynd: Í tingsalinum hjá Fríslandi (Fryslân) í Leeuwarden 26.01.18
Frá vinstru: A.A.M. Brok, King's Commissioner í Fryslân;
Aftara rað frá vinstru: Deo Debattista av Malta; Sietske Poepjes frá Fryslân; Nia Lewis frá Wales
Fremra rað frá vinstru Rigmor Dam, Eileen Mannion úr Galway í Írlandi; Irene Larraza Aizpurua úr Baskalandinum