Nývalda Málráðið hevur í dag havt fyrsta fundin, síðan tað tók við. Limirnir høvdu høvið at heilsa uppá hvønn annan, og eisini hitti Málráðið landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, aðalstjóran Poul Geert Hansen, umframt embætisfólk í Mentamálaráðnum, ið varða av Málráðnum.
Málráðið tók við 1. januar og kemur ístaðin fyri málnevndina, sum fór í søguna á nýggjárinum.
Tey, ið manna Málráðið eru:
Formaður Zakaris Svabo Hansen, adjunktur í málfrøði og limur í Málráð Norðurlanda, eftir tilmæli frá Móðurmálslærararafelag Føroya.
Næstforkvinna er Katrin Næs, studentaskúlalærari í føroyskum, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.
Hjalmar P. Petersen, lektari í málfrøði, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum.
Marna Jacobsen, ritstjóri, eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag og Javnstøðunevndini.
Kári Leivsson, sálarfrøðingur, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.
Sólvá Jónsdóttir, ráðgevi og málfrøðingur, eftir tilmæli frá Námi. Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði og formaður í Navnanevndini, eftir tilmæli frá Navnanevndini.
Hanna Simonsen, fulltrúi, eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya.
Eivind Weihe, formaður í Staðarnavnanevndini, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.
Randi Meitil, studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, eftir tilmæli frá Málfelagnum.
Jonhard Mikkelsen, námslektari í føroyskum, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.