11.12.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Lýst verður eftir umsóknum til verkætlanir, ið kunnu skapa størri vitan, menning og vøkstur á landbúnaðarøkinum.

Lýst verður eftir umsóknum til verkætlanir, ið kunnu skapa størri vitan, menning og vøkstur á landbúnaðarøkinum.

Á játtanini til stuðul til framburð og menning innan landbúnaðin, undirkonto 01, eru 282.000 kr. eftir at søkja.

Verkætlanir, sum fáa stuðul av undirkontu 01, skulu yvirskipað vísa á veruligar møguleikar fyri menning og vøkstri í landbúnaðinum. Í høvuðsheitum skal talan vera um kanningar, verkligar royndir ella verkætlanir, sum vísa nýggjar leiðir ella sum leggja nýggja og viðkomandi vitan aftur at verandi framleiðsluhættum, mannagongdum o.ø.

Verkætlanirnar skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuni, og tær skulu verða framdar innan árslok í 2025.

Búnaðarstovan skal tryggja, at úrslitini gerast atkomilig hjá almenninginum og tøk hjá øðrum at brúka. Játtanin kann eitt nú verða nýtt til kanningar, skjalfesting og til praktiskar royndir.

Sí reglugerð fyri stuðul til nýskapan í landbúnaðinum, undirkonta 01: her

Umsóknarfreistin er 27. desember 2024.