Í gjár varð eftirmetingin av tilboðnum »Lopfjølin« handað landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen, og borgarstjóranum í Havn, Anniku Olsen.
Lopfjølin er tilboð til børn og ung í 7. til 9. flokki við skúlaaftran. Orsøkirnar til, at hesi ungu aftra seg við fólkaskúlan, kunnu vera svárar sosialar ella sálarligar avbjóðingar, sum hava við sær, at tey ikki megna at koma í vanliga skúlan. Tískil fáa tey heima- ella sjúkraundirvísing.
Lopfjølin er eitt tvørgeiraligt samstarv ímillum Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommunu og Sernám, sum vísir seg at fungera sera væl og lofta teimum ungu við skúlaaftran á ein góðan hátt.
Jógvan Dahl, ið var leiðari fyri eftirmetingarbólkin, segði í framløgu síni, at av teimum 14 næmingunum, sum higartil eru liðug í Lopfjølini, hava 12 fingið fráfaringarskjal og 10 eru farin víðari á miðnámsskúla ella í arbeiði. Næmingarnir hava verið í miðal 14,2 ára gamlir, tá teir eru byrjaðir á Lopfjølini.
Eftirmetingin, ið millum annað er bygd á samrøður við næmingar, foreldur og starvsfólk, umframt hagtøl, vísir greitt, at næmingarnir hava havt stóra menning bæði á persónliga, sosiala og fakliga økinum, tí næmingarnir verða møttir, har teir eru. Sjálvsálitið og sjálvsvirðið veksur, og tey fáa størri trúgv á egin evni, tí tey fáa hóskandi uppgávur, sum tey megna.
Umframt sjálva eftirmetingina vóru eisini fleiri tilmæli handað landsstýriskvinnuni og borgarstjóranum í Havn í gjár.
Millum annað verður tilmælt, at tilboðið eigur at halda fram, og at tað eigur at verða upplýst betur um tilboðið. At tímatalið til lærarar og námsfrøðingar eigur at hækka, og at tilboðið eigur at verða víðkað til næmingar niður í 5. flokk, soleiðis, at møguleiki verður at lofta teimum ungu fyrr, áðrenn negativu árinini av skúlaaftranini gerast ov stór. Hartil verður mælt til, at samstarvið millum Lopfjølina og upprunaskúlan hjá næmingunum skal bøtast, so møguleikin fyri, at tey kunnu fara aftur í sín egna flokk, tá tey hava fótað sær, veksur.
Bæði Hanna Jensen og Annika Olsen fegnaðust um eftirmetingina og vóru glaðar um tilmælini.
- Hetta er avgjørt eitt týðandi tilboð, og tað er gleðiligt at hoyra, hvussu góða ávirkan Lopfjølin hevur á teir næmingarnar, sum ganga har. Men sjálvandi eiga vit altíð at leggja okkum eftir at gera tað enn betur. Hesi tilmælini um, hvussu vit kunnu bøta um tilboðið, verða sjálvandi tikin í størsta álvara, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum.
- Hesi tilmælini verða eisini viðgjørd við størsta álvara í kommununi, tí vit vita hvussu svárt tað er at enda uttanfyri orsakað av sosialum ella sálarligum trupulleikum. Og granskingin hevur prógvað, at jú fyrr vit seta inn og lofta, jú betur. So eg kann bara ímynda mær, at hesi tilmælini verða sett í verk, tá ið tey eru viðgjørd í viðkomandi nevndum, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Mentamálaráðið er við í einum norðurlendskum samstarvi undir Norðurlandaráðnum, nevnt 0-24, sum snýr seg um vitanardeiling, umframt tvørgeiraligt og tvørfakligt samstarv um sosialar og sálarligar avbjóðingar á skúlaøkinum. Lopfjølin er við sum føroyska verkætlanin hjá Mentamálaráðnum, og tað er í hesum sambandi, at fígging er fingin til at gera eftirmetingina og tilmælið.
Á høvuðsmyndini eru frá vinstru:
Annika Anthoniussen, Námsvísindadeildin, Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, Jógvan Dahl, formaður fyri eftirmetingina, Hanna Jensen, landsstýriskvinna og Erla Olsen, Námsvísindadeildin.
Jógvan Dahl handar Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í útbúgvingar- og granskingarmálum, eftirmetingina um Lopfjølina.