Mentamálaráðið hevur í dag lagt nýggja uppskotið til lóg um størv í fólkakirkjuni ”Uppskot til løgtingslóg um størv og embæti í fólkakirkjuni” til almenna hoyring á heimasíðuni www.mmr.fo. Ætlanin er at leggja uppskotið fyri tingið í januar 2013.
Øll eru vælkomin at gera viðmerkingar til uppskotið beinleiðis á heimasíðuni, ella at venda sær til Mentamálaráðið. Freistin er mánadagin 12. november í ár.
Tú kemur til lógaruppskotið eftir hesum leinki, ella við at fara undir “Mentamálaráðið” í ovasta høgra bredda á heimasíðuni og velja “Til hoyringar”. Til ber eisini at fáa uppskotið við posti, við at venda sær til: Mentamálaráðið, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 3279, 110 Tórshavn, Tel. +298 30 65 00, mmr@mmr.fo
Stutt um lógaruppskotið
Størsti partur av lógaruppskotinum er um sóknarprestaembæti. Tað er um førlekikakrøv til sóknarprestar, og um serskildu tilgongdina, tá sóknarprestur verður settur í embæti.
Førleikakrøvini eru orðað av nýggjum, tí at illa ber til at hava donsku førleikakrøvini, ið higartil hava verið. Nýggju føroysku førleikakrøvini eru sett saman soleiðis, at tey minna um verandi krøv, men samstundis skal tað verða lættari hjá lesandi í øðrum londum enn Danmark at lúka krøvini og tað skal vera meira gjøgnumskygt, hvat skal til.
Lógaruppskotið er eisini um biskups- og próstaembæti, og um førleikakrøv til biskup og próst. Her eru fleiri tillagingar, men ikki so stórar broytingar sum viðvíkjandi sóknarprestum.
Endiliga er lógaruppskotið eisini um kirkjutænarar og hjálparfólk í kirkjuni. Tey allarflestu, sum virka í kirkjunum, fáa hvørki løn ella samsýning, og tá galda einans nakrar fáar grundreglur.
Neyvari regluseting er um størv, ið verða lønt, ella har samsýning verður veitt. Her verður skotið upp at taka av tær strongu avmarkingarnar sum eru fyri, hvat kirkjuligt arbeiði fólk kunnu verða sett til at røkja, og skotið verður upp, at fleiri smærri kirkjusóknir í felag kunnu fáa starvsfólk, meðan tað eftir galdandi lóggávu einans eru tær størstu kirkjusóknirnar, sum kunnu. Endiliga verður skotið upp at flyta partar av heimildunum viðvíkjandi samsýntum og løntum arbeiði frá einstøku kirkjuráðunum til Próstadømisráðið og Stiftsstjórnina.
Av tí at fá ár eru síðani at málsøkið varð yvirtikið, og hetta er fyrsta ferð, økið verður reglusett við løgtingslóg, er nógv gjørt burturúr at greiða frá, bæði í almennu viðmerkingunum, og í serstøku viðmerkingunum til einstøku ásetingarnar.
Ein longri samandráttur um lógaruppskotið er viðlagt
Tey, ið hava gott innlit í galdandi kirkjulóggávu, finna helst skjótari runt í nýggja uppskotinum við at kaga í tvey skjøl, har í fótnotum verður víst til, hvar hvør einstøk galdandi regla er at finna aftur í lógaruppskotinum. Greitt verður eisini heilt stutt frá broytingunum í mun til tær báðar týdningarmestu løgskipanirnar, nevniliga „Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ansættelse i stillinger i folkekirken m.v”,og „Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om udnævnelse af biskopper og om stiftsbåndsløsning”